Fróðskaparsetrið: Í dag var stóra prógvhandanin hjá Fróðksparsetri Føroya í Norðurlandahúsinum.
Tá Lestrarskrivstovan hevði gjørt alt upp, so vísti botnlinjan, at 201 hava staðið prógv á Setrinum í ár. Og tey útbúnu fevna um mong týðandi fakøki.
Her kunnu nevnast sjúkrarøktarfrøði, heilsuvísindi, listaligt arbeiði, føroyskt, lívfrøði, verkfrøði, KT-verkfrøði, søga, samfelagsvísindi, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði, løgfrøði, læraraútbúgving og námsfrøði.
Teir seks granskararnir, sum hava staðið ph.d., eru nú serfrøðingar í ítróttavísindum, málvísindum, heilsuvísindum, náttúruvísindum og søgufrøði.
Tey, sum í ár hava staðið prógv frá Setrinum, eru úr øllum landinum, og umleið helvtin hevur bústað í høvuðsstaðarøkinum. Uppgerðin vísir, at tey búgva í Streymoy (norður og suður), Eysturoy (norður og suður), Vágum, Norðuroyggjum (eisini aðrastaðir enn Klaksvík), Sandoy og Suðuroy.
Miðalaldurin á teimum, sum hava staðið prógv, er umleið 34 ár, og aldursbýtið er umleið:
18-25 ár: 15%
26-39 ár: 60%
40+ ár: 25%
Kynsbýtið er umleið 68% kvinnur og 32% menn.
Umleið 150 av teimum nýútbúnu vóru í Norðurlandahúsinum fyrrapartin, og stóra høllin var á tremur við familjulimum og vinfólki, sum vildu uppliva heiðursløtuna saman við sínum kæru.
Vit fara at hava eina myndarøð frá prógvhandanini seinni, tá vit eisini hava brot úr røðunum, sum vórðu hildnar.
Tey, sum røddu, vóru: Martin Tvede Zachariasen, rektari, Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, og Jórun Maria Lamhauge Dalbø, sum umboðaði tey nú fyrrverandi lesandi. Elinborg Pálsdóttur borðreiddi við tónleikinum til prógvhandanina.
Til ber at síggja alla stroymingina av prógvhandanini HER
Hjartaliga til lukku, øll tit, sum, hava staðið prógv, og takk fyri tíðina her á Setrinum!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



