Synergi: Vit tosa nógv um at handfara strongd, gerast meira robust og finna javnvág. Ja, tað kennist sum nakað vit bara sjálvi kunnu ordna.
Men hvat um trupulleikin ikki bara er tín? Um tað í veruleikan er so, at tú ikki einsamøll/mallur kanst loysa hann?
Sambært sálarfrøðinginum Dorthe Birkmose kunnu nógvar av teimum avbjóðingum, sum starvsfólk uppliva í gerandisdegnum, ikki skiljast sum eitt individuelt problem, sum vit hvør í sær kunnu loysa.
Tá arbeiðsumstøður gera tað torført at arbeiða fakliga og moralskt forsvarligt, kunnu kenslur sum ring samvitska, faklig ónøgd og meiningsloysi taka seg upp. Tað er ikki gott hvørki fyri okkum ella tey, vit skulu vera um.
Dorthe Birkmose kallar hetta moralska strongd.
Á temadegnum 18. september fer hon at greiða frá hugtakinum moralsk strongd og teimum avbjóðingum, sum nógv starvsfólk og leiðarar kenna aftur úr sínum arbeiðsdegi.
Saman við Rikke Høgsted seta vit eisini sjóneykuna á sálarliga fyrstuhjálp, kollegastuðul og týdningin av felagsskapinum, tá arbeiðið gerst sálarliga krevjandi.
Dagurin er fyri teg, sum arbeiðir við menniskjum – sum leiðari ella starvsfólk.
Dagur: 18. september 2026 kl. 13 - 16
Staður: Hotel Føroyum
Kendir og nógv eftirspurdir fyrilestrarhaldarar
Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og rithøvundur, fer at seta orð á moralska strongd og tær arbeiðsumstøður, sum kunnu gera tað trupult at arbeiða bæði fakliga og moralskt forsvarligt.
Rikke Høgsted, sálarfrøðingur og serfrøðingur í sálarligari fyrstuhjálp, fer at tosa um kollegastuðul, felagsskap og hvussu vit kunnu handfara sálarliga krevjandi støður á arbeiðsplássinum.
Skeiðið er fyri teg, sum arbeiðir við menniskjum
Hvørt tú ert leiðari ella starvsfólk, fert tú heim við nýggjari vitan, ítøkiligum amboðum og íblástri til at styrkja trivnað og fakligan haldføri á arbeiðsplássinum.
Melda til nú á synergi.fo og spar 300 kr.
Early Bird-tilboðið er galdandi til og við 1. juli.
Tú kanst eisini ringja til Synergi á tlf. 322355 ella senda teldupost synergi(at)synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



