Gjaldstovan: Aldri áður eru so nógv útboð stovnað, metnógvir rammusáttmálar eru gjørdir og alsamt fleiri stovnar bjóðaðu uppgávur út.
Standardiseringin av vørukeypinum hjá tí almenna merkir eina sparing á fleiri milliónir hjá almennu stovnunum, eina virkna kapping á marknaðinum, har allar fyritøkur fáa javnbjóðis møguleika, og at gjøgnumskygni verður tryggjað fyri øll almenn keyp.
Í alt verður mett, at verandi rammusáttmálar hjá landinum merkja eina árliga sparing fyri landsins stovnar á umleið 6,5 milliónir krónur.
Royndirnar í 2025 staðfesta enn eina ferð, at útboð er eitt sterkt amboð hjá landinum fyri at effektivisera almenna raksturin og stimbra kapping.
Les alla frágreiðingina á keypsportal.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



