Hagstovan: Í januar vóru 250 fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør, sum er ein vøkstur á 0,9 prosent. Vøksturin er størri hjá kvinnum.
Aftan á Tórshavnar kommunu eru flest starvsfólk løgd aftur at Klaksvíkar kommunu.
Í trimum økjum er talið av starvsfólkum minkað samanborið við sama mánað árið fyri.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður.
Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í januar vóru 29.507 starvsfólk í Føroyum.
Tað eru 250 starvsfólk, ella 0,9 prosent, fleiri enn fyri ári síðani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



