Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fólk gloyma tað tú segði. Og tey gloyma tað tú gjørdi. Men tey gloyma ongantíð kenslurnar, tú vakti í teimum
- Maya Angelou
Bloggur

Vinnuhúsið: Hvat merkir tað í veruleikanum at vera vinnukavari? Og hvussu sær ein vanligur dagur út, tá ið kuldi, myrkur og skiftandi sýni eru partur av gerandisdegnum?

Í samrøðuni greiðir Høgni Kjeld, vinnukavari og stjóri í Green Marine Divers, frá einum longum og hendingaríkum lívi sum vinnukavari. Frá tíðini, tá ið hann var burtur nærum eitt heilt ár í senn, til arbeiði á heilt øðrum breiddarstigum – millum annað í Bali.

Uppgávurnar eru ymiskar. Frá eftirliti og umvælingum av skipum og bryggjum til arbeiði fyri alivinnuna og aðrar vinnur, sum eru bundnar at sjónum. Tað krevur royndir, gott handalag, neyva fyrireiking og ikki minst dirvi at arbeiða í einum umhvørvi, har náttúran altíð setir sín dám.

Nógv av arbeiðinum sæst ikki, men hevur stóran týdning. Tað, sum verður gjørt undir vatnskorpuni, er ofta grundarlagið undir virkseminum omanfyri.

Hoyr samrøðuna við Høgna Kjeld í nýggjasta parti av Vinnukikaranum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #