Hagstovan: Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í mai vóru 30.377 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 448 starvsfólk, ella 1,5 prosent, fleiri enn fyri ári síðani.
Í mai vóru um 15.450 menn og 14.900 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 290, ella 1,9 prosent, fleiri menn, og 160, ella 1,1 prosent, fleiri kvinnur samanborið við sama mánað í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



