Týsdagin 17. februar verður pápi okkara Jógvan Pauli Rasmussen í Miðvági 90 ár. Dagurin verður hildin heima saman við teimum nærmastu.
Vit vilja fegnar nýta høvið til at ynskja honum tillukku og takka fyri alt tað, hann hevur verið fyri okkum, okkara børn og ommubørn.
Pápi er sonur Catrinu og Jens Rasmussen og hevur alt sítt lív verið búsitandi við Kirkjar í Miðvági. Hann var næst elstur av 4 beiggjum. Jóannes, Jógvan, Eigil og Sjúrður. Jóannes fórst við Stella Argus í 1957.
Eftir skúlagongd fór pápi at arbeiða saman við pápa sínum á verkstaðnum við Gjónna í Miðvági. Hann var har millum annað, tá teir arbeiddu við at gera Miðvágs kirkju, sum varð vígd í 1952. Hann fór, sum so nógvir aðrir unglingar tá í tíðini, við slupp og til Grønlands at rógva út. Umframt, at hann eisini var nakrar túrar við eingilskum trolarum.
Í 1959 giftist hann við Ásu (Hansen) úr Melfansá í Sandavági. Tey settu búgv við Kirkjar í Miðvági. Í 1960 fingu tey dóttrina Jónvør. Í september 1961 varð Finngerð fødd. 1965 kom Conny og í 1972 Anja.
Mamma plagar at fortelja, at hon minnist einaferð meðan Finngerð var um ársgomul at hon sær pápa fara við skundi niðan til ommu og mamma undraðist á hví. Tá hann kom aftur fortaldi hann, at hann hevði lænt telefonina hjá mammu síni at ringja til reiðaríið Kjølbro í Klaksvík tí tað sóknaðist eftir avloysarum at fara til fiskiskap við New Foundland. Pápi var ein av teimum hepnu, sum slapp við. Og tá byrjaði ein yvir 20 ára yrkisleið har hann siglidi við skipum hjá reiðarínum.
Mitt í 80árunum gavst hann at sigla og var eftir hetta nógv ár á flakavirkinum Snarfrost í Miðvági.
Abbabørnini eru 21. Tað elsta 47 ár og tað yngsta 14. Í vár verða langabbabørnini 25 í tali so familjan er vorðin stór. Hjá okkum øllum er pápi/abbi/langabbi ein óbroytandi klettur tí hann hevur altíð verið har. Ongin veipan við ørmunum og ongin skrálan og brúk av nógvum og fínum orðum. Men við stillførum kærleika. Vit vita hvar vit hava hann tí hann er ein partur av okkum øllum og tað eru vit øll ómetaliga takksom fyri.
Góði pápi takk fyri og vit gleða okkum til at halda dagin saman við tær.
Ynskja
Jónvør, Finngerð, Conny og Anja
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



