Aftur í ár var undirtøkan fyri barna- og ungdómsráðstevnuni sera góð - Mynd: Hans Erik Danielsen
Aftur í ár var undirtøkan fyri barna- og ungdómsráðstevnuni sera góð - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Fyri níggjundu ferð seinastu tíggju árini bleiv farna vikuskiftið skipað fyri ráðstevnu, har ljós varð varpað á barna- og ungdómsfótbólt.
Fríggjadagin vóru framløgur og venjing á skránni, sum venjarar úr HB, í samstarvi við FSF, stóðu fyri, og seinni um kvøldið varð skipað fyri hugnaløtu við undirhaldi, spurnarkapping og sosialari samveru.
Leygardagin vóru aftur áhugaverdar og viðkomandi framløgur og venjingar á skránni.
Høvuðsnavnið á ráðstevnuni hesaferð var bretin, Graeme Carrick, ið hevur drúgvar royndir sum venjari á hægsta stigi í Englandi.
Í sínum framløgum og venjingum legði Graeme Carrick millum annað dent á menningina av spælarum, ið eru komnir upp í eldru ungdómsárini.
Skála og AB høvdu eisini hvør sína framløgu, har tey greiddi frá ymiskum viðurskiftum um barna- og ungdómsfótbólt, sum virka væl í teirra feløgum, og harafturat greiddu umboð fyri FSF frá um Droym Stórt verkætlanina, og Fair Play í barnahædd og Tryggur Ítróttur átøkini.
Les eisini: Øll hava sama endamál (FSF varpið)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



