Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Bloggur

BirkBloggur: Maria Tórgarð vann báðar virðislønirnar fyri stuttfilmin Mammuskepilsið.

Leygarkvøldið var eitt Geytakvøld av teim heilt góðu, sum í gomlum døgum, eftir at Niels Halm uppfann kvøldið, sum í samráð við familjuna Geyti fekk legendariska navnið, ið allir føroyingar við áhuga fyri filmi hava tikið til sín í rætta andanum, soleiðis, at øll eiga Geytan, ið hvørki er registrerað vørumerkið ella ogn hjá nøkrum stovni ella fyritøku. Fólkið eigur Geytan.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sum eisini er ein av mest trúføstu Geytafjepparum, bjóðaði vælkomin og byrjaði kvøldið við ikki bara góðum men til høvið bestu orðum. Eftir átjan árum sum tingkvinna, hevði hon dagin fyri boðað frá, at nú tók hon seg úr politikki og stillaði ikki upp aftur.

Maria Tórgarð vann í ár bæði Geytan og Áskoðaravirðislønina fyri framúr hybrid filmin Mammuskepilsið, sum nam og rørdi øll í salinum. Eisini vertin, sum mátti fara frá og fáa samskiparan, Turið, at lesa.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #