Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell
Vinna

Ársúrslitið hjá Faroe Ship var nærum 54 milliónir krónur skeiva vegin í fjør. Tað skal samanberast við hall á góðar 25 mió kr árið frammanundan. Hyggja vit at seinastu fimm-seks árini, so er hallið væl oman fyri 100 milliónir krónur.

Verður hugt nærri at tølunum, so stavar katastrofala úrslitið ikki frá minkandi sølu, tí nettosølan var áleið tann sama í fjør sum í 2024. Men framleiðslukostnaðurin, tað kundi til dømis verið olja og annað, var væl dýrari eins og úrslitið av kapitalpørtum í øðrum feløgum eisini dróg niður.

Leiðslan sigur ikki nógv í frágreiðingini til orsøkina um vánaliga úrslitið, men um framtíðina verður sagt, at úrslitið er tengt at, hvussu verður við ófriðinum í heiminum.

- Útlitini fyri 2026 taka støði í, at útlit eru fyri, at ófriðurin í heiminum kemur undir tamarhald. Vit vænta, at føroyska samfelagið kemur lutfalsliga væl ígjøgnum verandi alheims støðuna, verður sagt.

Fíggjarstøðan javnvigar við 534 mió kr og eginognin var 487 mió kr.

Steinar Eirikstoft er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #