Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, ákærir Ukraina fyri at standa aftanfyri eitt álop, har ein høgt standandi generalur varð skotin í Moskva í dag.
Vladimir Alekseev (64) generalur varð fluttur á sjúkrahús eftir at hava verið skotin í einum íbúðarbygningi í Moskva tíðliga um morgunin, upplýsir russiska ríkiskanningarnevndin.
Nevndin sigur, at ein ókendur álopsmaður skeyt fleiri skot, áðrenn hann flýddi av staðnum, sum er eini sethús í norðvesturpartinum av russiska høvuðsstaðnum.
Russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, gav Ukraina skyldina fyri morðið, sum hann lýsti sum eina yvirgangsgerð. Í sjónvarpssamrøðu segði hann, at stjórnin í Kiev hevur til endamáls at steðga samráðingunum við Russland, sum USA meklar í, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



