Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein
Bloggur

SámalSunnudag: Tjóðveldi - áður Tjóðveldisflokkurin - hevur eitt rættiliga serstakt navn, ið kundi bent á, at talan er um ein nationalistiskan flokk. Tjóð merkir jú natión, og sostatt merkir tjóðveldi í grundini “nationalt ræði”. Men á donskum nevnist flokkurin Republikanerne og á enskum bert Republic. Man kundi tá trúð, at talan var um ein republikanskan flokk, men hóast flokkurin partvíst er republikanskur - m.a. ímóti kongshúsinum, er hetta ikki høvuðstýdningurin handan floksnavnið. Heldur snýr tað seg um at tjóðin skal valda sær sjálvari, vera ein sjálvstøðug republikk.

So langt so gott.

Trupulleikin er bara, at republikk eitur ikki tjóðveldi á føroyskum, men lýðveldi. 

Kring Europa er í løtuni ein risastór tjóðskaparbylgja - ein nationalistisk bylgja. Nationalkonservativir og nationalpopulistiskir flokkar vaksa seg stórar í Svøríki, Bretlandi, Týsklandi, Frankaríki, Italia - ja, í flest øllum europeiskum londum.

Samstundis síggja vit Tjóðveldi við víkjandi undirtøku. Tað er fyrsta paradoksið. Sambært seinastu veljarakanning fær flokkurin einans 5 tinglimir og góð 16% av atkvøðunum. Hetta er sera lítið í mun til ta undirtøku flokkurin plagdi at hava. 

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #