Áki Samuelsen er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið - Mynd: Ludvig Tidstrand
Áki Samuelsen er fyri fyrstu ferð úttikin til A-landsliðið - Mynd: Ludvig Tidstrand
FSF: Tvær spennandi uppgávur bíða føroyska manslandsliðnum, sum fyrst í komandi mánað skal taka lut í Baltic Cup 2026.
Dystirnir í Baltic Cup eru FIFA skrásettir landsdystir, men vera samstundis skipaðir sum ein fýralandakapping millum Estland, Lettland, Litava og Føroyar.
Leygardagin 6. juni spæla Estland og Føroyar í Pärnu, og sama dag møtast Lettland og Litava í Kaunas ella Riga. Annað umfar í kappingini verður spælt týsdagin 9. juni, og tá eru finalan og dysturin um triðja plássið á skránni.
Fyrrapartin hósdagin kunngjørdi Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, teir 23 spælararnar, ið eru boðsendir til Baltic Cup 2026. Teirra millum er ein spildurnýggjur maður í hópinum. Talan er um Áka Samuelsen, sum spælir fyri Mjällby AIF í bestu deildini í Svøríki.
Hópurin
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, Strømsgodset IF (Noreg)
Silas Eyðsteinsson, B36 Tórshavn
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Samuel Chukwudi, SJK Seinäjoki (Finnland)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Viljormur Davidsen, NSÍ Runavík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Jákup Biskopstø Andreassen, KÍ Klaksvík
Géza Dávid Turi, Grimsby Town FC (England)
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Jóannes Bjartalíð, FC Kyzylzhar (Kasakstan)
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Áki Samuelsen, Mjällby AIF (Svøríki
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Adrian Justinussen, AC Horsens (Danmark)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Baltic Cup varð fyrstu ferð spælt í 1928, og er heimsins elsta fótbóltskapping fyri landslið, og næstelsta fótbóltskapping í heiminum – bara enska FA Cup er eldri.
Myndir: Jóhanna Thomsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



