Í seinastuni hevur verið eitt kjak um alivinnuna, hvussu og í hvønn mun hon eigur at vera skatta. Eftir mínum tykki er kjakið merkt av manglandi grundarlag.
Umvegis búskaparfrøðingar og KvF fær man eina fatan av at alivinnan skapar nógv viriði og eigur tí at gjalda, tí hetta er felags tilfeingi, vinninvurin skal í stórakassa - á hinum bógvinum sigur vinnan og ein partur av høgravonginum at meira skattur og gjøld skapa óvissu og kann tí skaða førleikan hjá alivinnuni at skapa virðir. Fordeiling og umhvørvispurningurin kemur nóg illa at upp at venda.
Kjarnan í kjakinum um føroyska alivinnu er ikki bara, hvussu nógv vinnan skal rinda, men hvør fær pengarnar, og hvør situr eftir við árinum á náttúru og firðir. Eftir galdandi tøkugjaldslóg skal tøkugjald rindast til landskassan, og bert 2% av tøkugjaldinum fellur til kommunurnar. Samstundis er vinnulig alivinna á sjónum áløgd ein eyka skatt á 12% av skattskyldugari inntøku, og hesin fellur allur til landið. Harumframt er skatturin hjá partafeløgum og smápartafeløgum 18% av inntøkuni til landskassa og kommunur, og hesin verður býttur við 30% sum kommunuskattur og 70% sum landsskattur. Við øðrum orðum: meginparturin av beinleiðis almenna ágóðanum frá aling er longu í sjálvari skipanini sentraliseraður.
Hetta verður enn meira sjónligt, tá hugt verður at Búskapargrunninum. Landsbankin upplýsir, at tilfeingisinntøkur frá alivinnuni fara í grunnin, og at inntøkur upp til 250 mió. kr. verða útgoldnar landskassanum sama ár, meðan inntøkur omanfyri 250 mió. kr. verða javnaðar yvir 7 ár. Tað er skilagott sum fíggjarpolitikkur, men tað er ein skipan, sum arbeiðir á landsstigi heldur enn á lokalum umhvørvis- og kompensatiónsstigi. Tað, sum verður tikið úr firðinum í einari ávísari kommunu, verður ikki neyturvuliga goldið aftur til somu kommunu.
Soleiðis ferðast pengarnir
Myndin niðanfyri vísir, hvussu inntøkurnar frá alivinnuni í veruleikanum flyta seg. Hon byggir á galdandi tøkugjaldslóg, skattalóg og kunngerðina um býti av kommunala partinum av tøkugjaldi.
##med2##
Tað eru í høvuðsheitum tríggir kommunalir pengastreymar. Fyrst er felagsskatturin (P/F), sum fer serliga til kommunur, har fyritøkur hava tilhald og virki og síðan atvinnukommunur, deilt eftir hvussu nógv starvsfólk tey hava. Skattalógin er ikki serliga greið í hesum sambandi og tí hava alifyritøkunar møguleikan økja og máa undan skattagrundarlagi hjá kommunum.
Næst er kommunuskatturin frá starvsfólkum, sum fylgir bústaði og tí lutfallsliga rennur til størri bústaðarkommunur.
Til seinast er tøkugjaldi lagt inn sum ein sentraliserandi mekaniska. Kommunali parturin av tøkugjaldinum verður ikki býttur eftir, hvar laskurin stendur í sjónum, men eftir lutfallinum av býtinum av partafelagsskatti til kommunurnar frá alivinnufyritøkum og samtøkum fyri annað árið frammanundan. Henda áseting, ger, at pengar flyta seg enn meira móti teimum kommunum, har vinningur, skrivstovur, virðisøking og starvsfólk eru skrásett, heldur enn teimum kommunum, har firðirnir bera umhvørvisliga trýstið. Lógin ásetur:
§ 2. Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 4, stk. 1 í løgtingslóg um tøkugjald verða býttar millum kommunurnar eftir lutfallinum av býtinum av partafelagsskatti til kommunurnar frá fyritøkum og samtøkum í alivinnuni fyri annað árið frammanundan.
At enda eru beinleiðis staðbundnar inntøkur, sum havnagjøld, bryggjuleiga og aðrar tænastur; tær verða verandi lokalt, men eru vanliga nógv smærri enn stóru skattastreymarnir. Tað merkir, at vertskommunan fyri sjálvan alifjørðin ofta situr eftir við minsta beinleiðis partinum av samlaða almenna ágóðanum.
Hvat dømini Hvannasund og Runavík vísa
Tá ið vit byrja at samanbera tølini fyri Hvannasunds Kommunu og Runavíkar kommunu byrjar ein mynd at tekna seg, sum vísir at fordeilingin av inntøkum er deilt eftir hvussu nógv starvsfólk eru hoyra til kommununa og um høvusætið er í kommununi. Lívfrøðiliga og umhvørvisliga trýstið verur ikki viga, tað, hóast milliarda virði í aktivum - so er inntøku grundalagið lóggivið vekk, til fyrimun fyri landi og arðar kommunur.
##med3##
Um Bakkafrost gavst, høvdu nøkur arbeiðspláss hvorvi, men persónskatturin hevði ikki veri stórvegis ávirkaður, tí fólk høvdu fingið sær onnur arbeiði. Eftir eru umleið 3 milliónir kr árliga, ella eini 6% av inntøkuni hjá kommununi. Tað holið hevði veri dekka eftir 2-3 árum í náttúrligum vøkstri. Eftir eru slóðinar av ídnaðarvirksemi, stutt og langtíðar árin á fjørðinum, eftir 40 ára vitleysa dálking av skarni, medisin og lús - tað tekur sera langa tíð at fáa lív, litir og árstíðir aftur í fjørðin. Yngur, ungfiskur, botnlív og fulgalív.
Tað mest avdúkandi er kanska, at eisini allar aðrar kommunur fáa part av kommunala tøkugjaldinum. Tí skipanin býttir kommunala pottin eftir skattaligum býti heldur enn eftir staðbundnari umhvørvisbyrðu. Tað er júst her vanligi lesarin eigur at steðga á: sjálvt tað lítla, sum fer til kommunurnar frá tøkugjaldinum, fylgir ikki firðinum, men skattaligu vegunum.
Hvat verður eftir í firðinum
Meðan skattakrónurnar flyta seg, verður tað lívfrøðiliga og umhvørvisliga trýstið verandi lokalt. Gransking um opna laksaaling vísir, at óeti fóður og skarn frá laksinum leggja lívrunnið tilfar á botnin undir og kring nótirnar. Hetta elvir til lívrunna upphóping í botninum, størri súrevnisnýtslu, súrevnistrot og sulfid/eitra umhvørvi í botn-setrinum, og tað broytir samansetingina av botndjóralívinum. Hetta er ikki ein abstraktur vandi; tað er júst tí, at botn ávirkan og oxygenviðurskifti verða brúkt sum høvuðsparametrar fyri at meta um umhvørvisstøðuna við alistøðum kring heimin.
Norskar vísindaligar uppgerðir geva eisini eina góða mynd av støddarrøðini. Ein landsuppgerð fyri norska alivinnu metti, at umleið 62% av nitrogeni og 70% av fosfori í fóðrinum vórðu slept út í umhvørvið, svarandi til umleið 50.600 tons N og 9.400 tons P fyri 1,02 mió. tons av framleiddum laksi; tað er umleið 49,6 kg N og 9,2 kg P fyri hvørt ton av framleiddum laksi. Ein staðbundin farmkanning í Noregi fann eitt N-útlát á umleið 35 kg N per ton framleiddan laks. Hetta eru sjálvandi ikki beinleiðis mátingar í einum ávísum føroyskum firði, men tey vísa greiða støddarfolhold: tá nógv túsund tons av laksi standa í opnum nótum, so eru útlátini av N og P í hundraðtals tonsum yvir eitt framleiðsluskeið.
Um árskiftið setti Bakkafrost 2,8 mió. smolt út sunnanfyri Hvannasund. Umhvørvisliga er hendan rekord útseting ein risa avbjóðing fyri fjørðin, sum aftur skal trýstast til nýggjar hæddir. Fakligar keldur vísa, at framkomin aling kann hava upp til umleið 200 kg fast burturkast fyri hvørt ton av framleiddum fiski. Tað merkir, at fjørðurin skal taka ímóti umleið umleið 2.500 tons av skarni sum fer beint í sjógvin uttan kloakkreinsing. Býtt yvir eitt vanligt útsetingartíðarskeið gevur tað eitt støðugt dagligt trýst á botnin, umframt stór daglig útlát av nitrogeni og fosfori.
-
Turt skarn: umleið 7.400 kg per dag
-
Nitrogen: umleið 1.580 kg per dag
-
Fosfor: umleið 370 kg per dag
Eldur krevur oxygen, brennievni og hita fyri at breiða seg. Vakstrarútbrot í havinum krevja nitrogen, fosfor og ljós fyri at eksplodera.
Tølini eru miðal yvir alt tíðarskeiði, tað vil siga, at mongdinar eru minni í byrjanini og væl størri í endanum av tíðarskeiðinum. Av tí at útseting er áleið 14 mánar og hvílitíðin er tveir mánar, so er útláti og trýsti áhaldandi árið runt - so ógvusligt at náttúran hevur ongan møguleika at fóta sær. Bakkafrost er eisini tann fyritøkan sum avlúsar nógv mest, tí er sannlíkindini fyri at allir firðir fáa eyka dálking av avlúsingar medisin.
Tað mest álvarsama við dálking og trýsti á føroyskar firðir er kanska, at vit ikki longur vita, hvussu náttúrliga støðan sá út áðrenn alivinnuna. Lívfrøðingar ávara um, at vistfrøðiligar broytingar kunnu vera varandi, tí skipanin spakuliga hevur lagað seg til eitt nýtt støði. Sjálvt um aling steðgaði í dag, er tað ikki vist, at fjørðirnir fóru nakrantíð aftur til upprunaliga javnvágina. Botnur, súrevni, næringarevni, djóralív og lívfrøðilig sambond kunnu vera broytt fyri langa tíð síðan. Samstundis ger búskaparligi týdningurin hjá vinnuni tað politiskt sera torført at broyta kós, hóast vaksandi ótti fyri langtíðarárinum á náttúruna.
Alt í meðan vit ikki megna at hava ein erligan politiskan debatt um hetta.
##med4##
Hví skipanin er órættvís
Tað, sum ger skipanina órættvísa, er ikki bara støddin á skattinum, men samsvarið millum byrðu og ágóða. Umhvørvisbyrðan er staðbundin: hon liggur undir og kring aliplássið, í botninum, í vatnskiftinum og í teimum firðum, sum ala. Fíggjarligi ágóðin er hinvegin stóran partin landsligur og tilhaldskommunu: 98% av tøkugjaldinum fer til landið, eykaskatturin á 12% fer til landið, 70% av felagsskattinum fer til landið, og sjálvt kommunali parturin av tøkugjaldinum verður býttur eftir gamla skattabýtinum hjá alivinnuni millum kommunur. Tað merkir, at inntøkurnar renna móti landskassanum og teimum kommunum, sum longu standa sterkt í skattaskipanini.
Tá tøkugjald verður goldið, kann fyritøkan draga tað frá í roknskapinum sum eina útreiðslu. Tað merkir:
-
hægri tøkugjald → minni vinningur eftir → minni partafelagsskattur
-
lægri tøkugjald → hægri vinningur eftir → meira partafelagsskattur
Skipanin um tøkugjald varð í stóran mun sniðgivin fyri at verja verandi skattagrundarlag hjá landi og stórum kommunum — ikki fyri at flyta virði út til tær kommunur og firðir, har lívfrøðiliga og umhvørvisliga trýstið er størst.
Tá lønirnar síðan í stóran mun geva kommunuskatt í bústaðarkommununum, styrkir tað aftur størri tilhaldskommunur, har starvsfólk búgva. Tí kann ein kommuna hava nógv skrivstovu-, framleiðslu- og bústaðargrundað skattainntøku frá alivinnuni, uttan at bera somu beinleiðis ávirkan á botn og fjørð. Og á hinum endanum kann vertskommunan fyri sjálvan firðin fáa nakað í havnagjøldum og ein lítlan brotpart í tøkugjaldi, men ikki lutfalsliga samsvarandi nógv afturfyri tað staðbundna náttúru- og umhvørvistrýstið. Tað er júst hesin mismunur, sum ger, at hendan skipanan "fordeilur órættvíst".
Og hvat so?
Tað kann ikki vera rætt at laksurin og útláti er á lokalum firðinum, men vinningurin verur miðsavnaður. Tað er ikki tí, at alivinnan ikki rindar. Hon rindar nógv. Men skipanin er skrúvað soleiðis saman, at størsti parturin fer í landskassan og í høvusætiðkommunur, og størri kommunar har flest starvsfólk eru, meðan kommunan við sjálvum alifjørðinum mangan fær ein evarskan lítlan part av samlaða almenna ágóðanum, hóast hon ber tað fulla staðbundna umhvørvistrýstið.
Spurningurin er ikki, um Føroyar skulu hava alivinnu, men um skipanin er rættvísari bygd upp. Um dálking, botntrýst og súrevnisvandi eru lokal, so er tað eisini rímiligt, at nógv størri partur av beinleiðis tilfeingis- og umhvørvisgjøldum fylgir tí staði, har náttúran verður brúkt. Annars situr vertskommunan eftir við veldigu dálkingini av opnari sjóaling, meðan vinningurin fer til landið og tilhaldskommunurnar.
Hjalmar Zachariassen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



