Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Merkisdagar

Autismufelagið: Í dag 2. apríl er altjóða autismudagur, og Autismufelagið nýtir tí høvi at markera dagin við at seta sjóneykuna á autismu.

Aftur í ár er Tinghúsvøllurin prýddur við brandgulu puslispælsprikkunum, sum er eitt merki fyri autismu.  

Tað serliga við hesum autismudegnum er, at hann liggur beint eftir eitt Løgtingsval; mitt meðan flokkar sita og royna at finna fram til, hvat teir ætla at arbeiða við komandi fýra árini.  

Vit vóna sjálvandi, at allir flokkarnir minnast til okkum í arbeiðinum komandi fýra árini. Vit vóna at fáa nógv góð høvi at arbeiða saman við nývalda Løgtingi hesi komandi árini og saman finna loysnir uppá tær avbjóðingar, vit tíverri enn hava á økinum.  

Autismufelagið ynskir øllum ein góðan autismudag og einar gleðiligar páskir.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #