Heilsustýrið: Krabbamein er ein av størstu fólkaheilsuavbjóðingunum og rakar bæði einstaklingar, familjur og samfelagið sum heild. Royndir vísa, at:
-
ein stórur partur av krabbameini kann fyribyrgjast
-
útgreining, sum verður gjørd tíðliga, m.a. við skreening, gevur betri møguleikar fyri væleydnaðari viðgerð
-
skipað skráseting, dátur og gransking eru avgerandi fyri menning og eftirmeting av heilsutænastuni.
Heilsustýrið arbeiðir í samstarvi við Sjúkrahúsverkið og aðrar viðkomandi partar fyri at styrkja:
-
dátugrundarlagið um krabbamein
-
føroyska luttøku í altjóða gransking og samstarvi
-
fyribyrging og heilsufremjandi tiltøk
-
skipaða skreening
Víðkað tilboð um ókeypis HPV-koppsetingEmpty heading
Heilsustýrið nýtir dagin í dag sum høvi at vísa á víðkaða tilboðið um ókeypis HPV-koppseting fyri tey, sum eru fødd í 2006 og 2007. Koppseting fyri HPV er vanliga bert eitt ókeypis tilboð til gentur og dreingir millum 12 og 17 ár. Sum eitt undantak kunnu tey 18-20 ára gomlu eisini fáa koppsetingina ókeypis fram til 31. desember í ár. Hetta verður gjørt fyri at fáa betri fulnað (dekning) millum tey ungu í Føroyum.
HPV-koppsetingin verjir móti ymsum sløgum av krabbameini, og gevur hon umleið 90 % verju móti baktarmskrabba og lívmóðurhálskrabba. Eisini gevur hon munandi verju móti krabbameini í skeiðini, ytru kønsgøgnunum og fyri sløgum av HPV, sum kunnu elva til krabbamein í penis, í varrum, munnholu og svølgi.
Les meira um HPV-koppseting her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



