Stjórin í Norges Sjømatråd, Christian Chramer, upplýsir fyri iLaks, at virðið á norska útflutninginum av laksafløkum til USA er minkað 24 prosent í ár.
USA hevur seinasta árið keypt norskar fiskavørur fyri 13,1 milliardir norskar krónur.
Chramer sigur, at amerikanski tollurin viknar um norska kappingarførið, men at tað enn er ov tíðliga at staðfesta, hvussu stórur partur av minkingini beinleiðis stavar frá tollinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



