COP 31 veðurlagsráðstevnan endaði úrslitaleys.
Eg havi ikki verið so forharmaður síðani appelsinflisarin hjá Tupperware hvarv.
COP ráðstevnurnar hava verið ein uppvísing í veruleikaflýggjan og alarmismu.
Tað eru 31 ár síðani tann fyrsta veðurlagsráðstevnan COP 1 var hildin í Berlin í 1995. Sambært Our World in Data, so er heimsins gassnýtsla næstan tvífaldað síðani tá, kolanýtslan er vaksin við á leið 70% og oljunýtslan er vaksin við á leið 40%.
Samlað sæð er nýtslan av fossilum brennievnum vaksin við 65% síðani fyrstu COP veðurlagsráðstevnuna. Samlaða orkunýtslan er sama tíðarskeið vaksin við 65 – 70%, og fossil brennievni nøkta enn góð 86% av heimstørvinum.
Hetta merkir, at 31 veðurlagsráðstevnur hava so at siga ikki minkað fossila partin av heimsins orkunýtslu.
Hava vit í meðan havt eina galoperandi veðurlagskreppu, har alt er blivið verri?
Nei tvørturímóti. Økta orkunýtslan hevur havt stóra framgongd við sær. Ekstremt fátækradømi, har folk liva fyri undir 3 dollarar um dagin, er minkað við 29% síðani 1995. Barnadeyðiligheitin er minkað við 56%, og heimsins kornframleiðsla er vaksin við 65%. Ongantíð fyrr í søguni hjá mannaættini doyggja so fá fólk av náttúruávum per túsund íbúgvar, sum nú.
Heimurin er snøgt sagt blivin nógv betri síðani 1995.
At veðurlagið so verður eitt sindur heitari, er ikki tað sama sum ein veðurlagskreppa. Tøkni og orka gera, at vit kunnu tillaga okkum til broytingar.
Ikki tí, eg skilji væl, at politikarar í Europa, sum eru í ferð við at avreiða stóran part av ídnaðinum til kinesarar og amerikanarar, leika í um vantandi veðurlagsniðurstøðu á COP 31.
Teir fara ikki at síggja penir út, tá søgan skal skrivast.
Netto null í CO2 útláti í 2050 er ein fantasi. Tað vita øll sum fáast við orku, men politiskt hevur man ikki torað at ásannað tað enn.
Tað er ivaleyst for pínligt, tá man hevur futtað so nógvar pengar av upp á at gera orku dýrari og fólkið í Europa fátækari fyri eitt - í besta føri - mikroskopiskt veðurlagsárin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



