Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kærleikin fánar við árunum, men sjálvgóðskan varar við
- Voltaire
Onnur tíðindi

We Need Art: Onkur helt, at motivini ikki vóru nóg føroysk. Men tað kann mann ikki siga um hendan málningin.

Drongurin á málninginum er Kornelius av Eiði. Hann er í eini Portugal nr. 7 drakt, Marvel skóm og hevur ein leikutoysbáti í hondini. Ein drongur, sum er fullur í orku og tuskar runt í túninum dagin langan. Hann hevur knubs á knøunum og er eitt sindur sólbrendur, tí hann elskar at spæla úti. Óansæð um tað er regn, vindur ella sól. Og helst í shortsi.

Báturin á myndini hevur eisini eina søgu. Bátasmiðjurin Símun Jóhan Wolles búði í Miklagarði, og tað var hann, sum telgdi bátin á myndini.

Ein veggjamálningur meir enn eitt listaverk. Hann er eitt úrslit av felagsskapi, at vit koma hvørjum øðrum við og hjálpa hvørjum øðrum.

Takk til Mizpu fyri veggin.
Takk til Emmu og Boga fyri stóra hjartarúmið.
Takk til Inn fyri matin.
Takk til Svanhild og familju fyri Smáttuna suðuri á Bakka.
Takk til Articon fyri lyftuna.
Takk til Hjá Fróða fyri málingina.
Takk til Stanley fyri útgerð og máling.
Takk til Atlantic Airways fyri flogferðina.
Takk til Óla fyri at lána okkum bátin.
Takk til Eiðis kommunu fyri stuðulin.
Takk til Súnfríð fyri bilin.
Takk til Nils Fríðheim fyri drive og initiativ.
Takk til Edoardo Ettorre fyri listina.

Og ikki minst: takk til Eiðisfólk fyri at taka so væl ímóti Edoardo og fáa hann at føla seg heima.

Uttan tykkum var onki listaverk. 1000 takk øll somul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #