Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Far gjøgnum hurðina fyri at koma inn í húsið
- Kinesiskt orðatak
Vinna

Vinnuhúsið: Sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum eru nú settar í gongd. Mánadagin 23. mars handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hvørjum øðrum síni krøv og settu harvið hol á komandi samráðingarrundu.

Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Næsti samráðingarfundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini verður mikudagin 8. apríl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni.

Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai 2026.

Les meira um samráðingarnar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #