Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
Vinna

Hagstovan: Í mai var arbeiðsloysið 0,8 prosent, sum er 0,2 prosentstig minni samanborið við sama mánað í fjør.

Í mai vóru 308 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 63 færri enn í sama mánað árið fyri. 

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í mai vóru tað 252 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 47 færri enn í mai í fjør. 

Arbeiðsloysið størri hjá monnum
Í mai vóru 120 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 97, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,7 prosent. Hetta er óbroytti í mun til árið fyri. 

Av monnum vóru 188 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsloysi vóru teir 156, sum svarar til 1 prosent. Hetta er ein minking á 0,2 prosentstig í mun til árið fyri. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #