Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Trúgv ger øll ting møgulig - kærleiki allar gerðir lættar
- Dwight L. Moody
Vinna

ALS: Hægsti arbeiðsloysisstuðulin hækkaði mánadagin 11. mai 2026.

Orsøkin er nýggja semjan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini, sum hevur við sær, at lønin hjá fastløntum arbeiðarum hækkaði 1. mai 2026.

Hægsti arbeiðsloysisstuðul er 80% av lønini hjá fastløntum arbeiðarum sambært galdandi sáttmála.

Við nýggju semjuni hækkar mánaðarlønin hjá fastløntum arbeiðarum úr 28.043,06 kr. upp í 28.765,85 kr.

Harvið hækkar hægsti arbeiðsloysisstuðulin úr 1.064,08 kr. upp í 1.091,51 kr. um dagin, svarandi til í meðal úr 22.434,45 kr. upp í 23.012,75 kr. um mánaðin.

Við hesi broytingini er hægsti arbeiðsloysisstuðul hækkaður við 4.512,75 krónum – sløkum 25% - síðani mars mánaði í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #