RFF: Hósdagin 16. apríl varð ársfundurin hjá RFF hildin í Parnass á Hotel Hafnia. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rundan føðingardag í ár, tí 19. januar vóru júst 50 ár liðin síðani stovnandi fundin.
Vegna serligar umstøður er ætlaða føðingardagshaldið útsett til seinni í ár. Ársfundurin varð tó avgreiddur júst sum hann skuldi – væleydnaður og við breiðari uppmøting. Eins og undanfarin ár luttóku nógvar kommunur, umframt umboð fyri Landsverk, løgreglu, aðalráð, fakfeløg, tryggingarfeløg og onnur, sum hava áhuga í ferðslutrygd.
Elsa Berg (borgarstjóri í Tórshavnar kommunu) setti dagin. Í røðu síni hugleiddi hon um vaksandi býin, krøvini til vegakervið og umstøður hjá teimum ábæru í ferðsluni. Sitandi býráð ynskir at arbeiða miðvíst við at broyta hugburð og umstøður, soleiðis at bilurin ikki altíð er fyrsta valið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



