SámalSunnudag: Nógv hevur verið tosað um, at Fólkaflokkurin valdi Jacob Vestergaard fram um Elsebeth Mercedes Gunnleysdóttir, tá ið landsstýrisfólk skuldi setast. Hetta hóast Elsebeth fekk nakað fleiri atkvøður enn Jacob og ynskti at sleppa í Landsstýrið. Eitt atlit, ið tó sannlíkt hevur verið tikið, er, at hann ikki vildi hava tvey landsstýrisfólk úr Norðuroyggjum.
Harumframt merkir valið av Jacob Vestergaard til landsstýrismann, at nýggja landsstýrið nú er umboðað í nærum øllum økjum landsins - undantikið Sandoynni. (Tó kemur heimasandsmaðurin Kristian Krog Hentze á Løgting sum eykamaður fyri Fólkaflokkin).
Í øðrum samgonguflokki - Javnaðarflokkinum - tóku tey als eingin atlit til økisliga umboðan í landsstýrinum. Tey kundu havt valt Súsonnu Berholdsen fram um Margit Stórá. Súsanna fekk 100 atkvøður fleiri enn Margit, og hevur royndir sum landsstýrisfólk. Men so varð ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



