Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Ársins fyrsti dystur í MeistaraDeildini hjá monnum verður Inni í Vika á Argjum leygardagin 7. mars klokkan 16:45 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Eftir ætlan skuldi MeistaraDeildin 2026 verið sparkað í gongd í annaðkvøld, fríggjakvøldið 6. mars klokkan 18:30.

Men orsaka av keðiligari verðurforsøgn, hevur kappingardeildin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at dysturin millum AB og B68, sum skuldi vera Inni í Vika á Argjum í annaðkvøld, verður fluttur til leygardagin 7. mars klokkan 16:45.

Hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari verða sum upprunaliga ætlað spældir sunnudagin 8. mars. Í Sørvági fær 07 Vestur vitjan av KÍ, NSÍ og Víkingur møtast í Runavík, B36 og EB/Streymur spæla í Havn, og á Skála fáa skálamenn vitjan av HB.

Allir dystirnir, uttan dysturin undir Mýruhjalla á Skála, byrja klokkan 15:00. Á Skála verður fyrsta bríksl klokkan 17:15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #