Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Jú, tað er flott. Men er tað gott?
- Ingálvur av Reyni um gøtulistina á Montmartre
Lesarin skrivar

Ein stórur vongur av føroyingum hevur seinastu mánaðirnar, meira alment enn áður, feirað hatur móti muslimum og islam.

Hesin vongur hevur altíð verið í Føroyum, men nú við Sjúrði Skaale og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi á odda er lív komið í hesa rørsluna á facebook og í øðrum miðlum.

At Javnaðarflokkurin á Fólkatingi er partur av tí er ikki óvæntað. Hann tykist hóast alt bara at virka de facto sum ein bloggur hjá Sjúrði.

Men hvørki Javnaðarflokkurin ella aðrir flokkar hava givið nakað týðandi mótspæl til hesa menningina.

Um tað er fyri at verja egnar atkvøður, ella um øll, sum eiga síðsta orðið í flokkunum eru samd við Sjúrði er ilt at siga.

Sjúrður Skaale og nógv í hesi rørsluni hava í áravís gjørt nógv fyri at halda upp á rættin at brenna koranir. Men tá onnur krevja sín rætt er hetta ein eksistentiel hóttan móti okkum og okkara virðum. Tað vísir, at fyri tey hevur tað ikki snúð seg um frælsi ella kúgan, men um hvør er frælsur og hvør verður kúgaður. Men lat tað liggja.

FØROYAR EIGA AT TAKA ÍMÓTI FLÓTTUM
Og ikki bert kristnum ella av ávísum uppruna.

Ein av grundunum er sjálvandi, at allur vesturheimurin hevur eina skyldu! Eftir at hava bumbað og oyðilagt lond í miðeystri hava okkara allieraðu syrgt fyri tvangsflyting av 38 milliónum menniskjum síðan 2001(cost of war hjá Brown university), nógv sum nú eru flóttar.

FLÓTTAR ERU IKKI EIN HÓTTAN:
BÚSKAPARLIGA eru flóttafólk ikki ein hóttan fyri Føroyar. Við lágum arbeiðsloysi og vantandi starvsfólkum í lyklaøkjum kunnu flóttar, sum tjena pengar og brúka pengar í Føroyum vera til gagns fyri føroyska búskapin. Hetta er hóast tað kann stuttskygt økja um almennar útreiðslur.

MENTANARLIGA eru flóttar ikki ein hóttan fyri Føroyar. Tað er bert ein ótrúliga viðbrekin mentan, sum tekur skaða av, ella verður hótt av, nøkrum tilflytarum. Føroyska mentanin er, um nakað, ikki viðbrekin, men sterk! Samstundis kundi einstáttaða føroyska mentanin, sum vit øll eru góð við, lært av øðrum mentanum.

MENNISKJALIGA eru flóttar ikki ein hóttan fyri okkum. Geva vit fólki ein møguleika til eitt virðiligt lív, t.e. at ikki gera, sum danir og sviar hava gjørt, er úrslitið nokk virðiligir tilfluttir borgarar.

Bæði í Danmark og Svøríki er hetta síðsta punktið ikki uppfylt. Flóttar verða parkeraðir og sleptir í einum blindvinkli hjá sosial demokratiska paradísinum, t.e. í teimum ringastu umstøðunum, bústaðarliga, arbeiðsliga og sosialt.

Á arbeiðsmarknaðinum í Danmark er týðandi munur á møguleikum. Ein kanning hjá granskarum á Københavns universiteti vísti at umsøkjarar við minniluta-ljóðandi nøvnum skulu senda 52% fleiri umsøknir fyri at fáa somu mongd av starvssamrøðum sum umsøkjarar við Danskt-ljóðandi nøvnum.

Bústaðarliga eru ikki-vesturlendskir borgarar heilt týðiligt yvirrepræsenteraðir í sosialt útsettum bústaðarøkjum. Sum ein kanning hjá VIVE vísti útgera hesi nevniliga 49% av øllum íbúgvum í hesum økjum. Hetta skal síggjast í mun til at tey útgera um 10% av borgarum í Danmark.

Hesi øki, arbeiðsloysi og manglandi sosialt netverk massa produsera kriminalitet og sosialt útsettar borgarar.

HETTA NOYÐIST IKKI AT VERA ÚRSLITIÐ Í FØROYUM.

Tað er sjálvandi altíð gott at hava kjak um stórar broytingar í samfelagnum. Demokrati snýr seg hóast alt um orðaskiftið, sum Hal Koch legði dent á, á sinni. Men óttin hjá hesum vonginum fer yvirum markið av tí rationella, og virðingin fyri øðrum er hareftir.

Analyse&Tal og Trygfonden hava í felag útgivið rapportina "Angreb og had: I den offentlige debat på facebook" (kanningin greinar tilsamans 71 mió. kommentarar og 2 mió. uppsløg).

Niðurstøðan var at 84% av øllum hatursfullu kommentarunum um etnisitet vóru móti fólki í miðeystrið.

Samstundis vóru 92% av hatursfullu kommentarunum um religión rættaðir móti muslimum.

Tað vísir ein ótrúliga hatursfullan atburð, og tey sum sita við valdið spegla hesar meiningar í førdum politikki, tí fyri tey snýr tað seg um atkvøður.

Tá hatur er fundamentið, og hann er so rótfestur í øllum løgum í samfelagnum, tá kann úrslitið ikki vera annað enn katastrofalt!

At enda, hvat er tað so hesin vongurin í Føroyum óttast?

Tað er torført at siga, at tað er annað enn spøkilsir. Tí allir trupulleikarnir, sum hesi stúra fyri, kunnu loysast á aðrar mátar enn við almennari útspilling av persónum, teirra átrúnaði og samleika.

Teir kunnu samstundis loysast uttan at skerja trúarfrælsi og rættindi hjá einum minnilutabólki (minnir ikki sørt um snaringina í USA).

Teir kunnu nevniliga loysast við skynsomum integratiónspolitikki, t.e. politikki sum ikki leggur í uppruna ella religión.

Ingi Reinert Gásadal

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #