Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið
Spurningar:
1. Hvørjar barnaverndartænastur hava í dag beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
2. Hevur landsstýrið kannað møguleikan fyri at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?
3. Fer landsstýrið at taka stig til at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið, og um ikki, hví ikki?
Viðmerkingar:
Barnaverndartænasturnar hava sambært barnaverndarlógini til uppgávu at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Fyri at kunna røkja hesar uppgávur hava tær tørv á skjótari atgongd til upplýsingar um børn, foreldur og bústaðarviðurskifti.
Í dag hava allar barnaverndartænastur ikki beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið. Í staðin mugu tær venda sær til kommunuskrivstovur ella Landsfólkayvirlitið sjálvt fyri at fáa neyðugar upplýsingar.
Barnaverndartænasturnar hava tørv á upplýsingum úr Landsfólkayvirlitinum, hvørja ferð eitt nýtt mál kemur inn. Tað merkir, at tær ferð eftir ferð mugu venda sær til annan myndugleika fyri at fáa grundleggjandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at kunna byrja málsviðgerðina. Hetta er bæði óneyðuga tíðarkrevjandi og kann seinka arbeiðinum í málum, har skjót viðgerð hevur stóran týdning fyri barnið.
Barnaverndartænasturnar eru harumframt ein myndugleiki, sum í ávísum førum má taka skjótar avgerðir fyri at verja eitt barn. Tað kann vera neyðugt at fara inn í eitt heim, finna fram til foreldur ella avgreiða spurningar um foreldramyndugleika við stuttari freist.
Tá tað hendir uttan fyri vanliga arbeiðstíð, kann tað vera ein álvarsligur trupulleiki, at barnaverndartænasturnar ikki hava beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið. Tær eru tá noyddar at bíða, til annar myndugleiki er tøkur, hóast tørvurin á upplýsingunum er her og nú. Tað kann seinka arbeiðinum í málum, har tað hevur stóran týdning fyri trygdina og trivnaðin hjá barninum, at neyðug stig verða tikin uttan drál.
Harumframt merkir verandi skipan, at fleiri persónar enn neyðugt fáa innlit í upplýsingar um børn og familjur, sum eru partur av einum barnaverndarmáli. Tað samsvarar illa við meginregluna um, at einans tey starvsfólk, sum hava ein beinleiðis tænastuligan tørv, eiga at hava atgongd til viðkvæmar persónsupplýsingar.
Barnaverndartænasturnar eru ein myndugleiki við víðfevndum heimildum til at verja børn í álvarsligum og bráðfeingis støðum. Sæð í ljósinum av hesum tykist tað ósamsvarandi, at tær ikki hava beinleiðis atgongd til grundleggjandi upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum, sum eru neyðugar fyri at kunna røkja hesar uppgávur.
Fyri at fáa lýst, hvør støðan er í dag, og hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á hesum øki, verða hesir spurningar settir.
Á Løgtingi, 17. juni 2026
Sámal Petur í Grund
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



