Atlantic Petroleum útsetur roknskapin fyri 2025 til 30. apríl. Tað boðar felagið frá í børsfráboðan.
Tað er enn sum áður spurningurin um, hvussu stóra skuldin skal herbergast, sum órógvar felagið, og sáar iva um, hvørt felagnum í heila tikið er lív lagað - tað sum á fakmáli eitur Going concern.
Óvanliga stórur handil, spekulatión vildi onkur sagt, hevur verið í partabrævinum hjá Atlantic Petroleum í eina tíð. Keypti tú í gjár hevur tú í dag fingið eitt tap uppá 18%. Men keypti tú fyri einum mánaða síðani, hevur vøksturin verið yvir 200%.
Atlantic Petroleum hevur bert eitt aktiv, Orlando oljukeldan, og oljuprísurin hevur eisini nógv at siga fyri, um felagið klárar at gjalda skuldina aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



