Talgildu Føroyar: Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.
Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.
Talgildu Føroyar senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar
Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.
Sterk felags verja
Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.
Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum.
Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygt
Um tað er tíð hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir:
-
Lat upp Samleika-appina.
-
Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’
-
Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita.
Tú kanst lesa meira á heimasíðuni www.samleikin.fo/endurnyggja
Hvat skalt tú gera, um tú ivast?
-
Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri.
-
Hevur tú illgruna um at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.
Dømi um følsk sms-boð sæst í myndini omanfyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



