Teldusnillingar, teldusníkar, nørdar, milliardingar og íverksetarar. Í yvir tíggju ár hevur verið gitt um, hvør stendur aftanfyri heimsins fyrsta fulltalgilda kryptovaluta, Bitcoin.
Alheimsmarknaðurin fyri Bitcoin er í løtuni verdur fleiri túsund milliardir krónur, og mett verður, at uppfinnarin, sum skapti gjaldoyrað undir navninum Satoshi Nakamoto, sjálvur eigur fimm prosent av samlaða virðinum, yvir 700 milliardir krónur.
Tað hevði gjørt hann til eitt av heimsins ríkastu fólkum, men eingin veit, hvør hesin persónurin er.
Allir sum higartil hava verið "avdúkaðir" sum Nakamoto hava noktað fyri tí.
Tann seinasti í røðini er bretski teldusnillingurin og kryptoprofilurin Adam Back (55).
Í eini umfatandi grein í New York Times í dag kannaði blaðið túsundtals teldupostar, forum-innlegg og aðrar talgildar ábendingar fyri at avdúka talgildu gátuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



