Mynd: VP
Mynd: VP
Mynd: VP
Mynd: VP
Henda myndin er tikin fyri løtu síðani av hesum hvalinum sum er rikin á sandin í Sørvági.
Menn vita ikki hvat hetta er fyri hvalur, men lív er í honum enn, verður sagt.
Í gjárkvøldið lá hann úti á fjørðinum.
Bjarni Mikkelsen frá Havstovuni sigur við VP, at talan er um ein avgust og at einki verður gjørt við hvalin fyrr enn hann er deyður.
- Tá verður hann sleipaður út, sigur hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



