Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Vinna

Nærum 21 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni hjá Bygma Balslev í fjør. Tað skal samanberast við 17,5 mió kr árið fyri. Eisini bruttovinningurin er nógv øktur. Hann var 75 milliónir krónur í fjør, næstan 8 mió kr meira enn árið fyri.

Úrslitið er betri enn væntað, sigur leiðslan í frágreiðingini. Orsøkin er at finna í økta bruttovinninginum, og hóast Balslev ikki upplýsir søluna, so er nærliggjandi at hugsa, at økti bruttovinningurin kemst av øktari sølu.

Um framtíðina verður sagt, at virksemið hjá felagnum fer at vera støðugt komandi árini, og ársúrslitið fer at liggja millum 18 og 22 milliónir krónur eftir skatt.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 196 mió kr og egiognin var 111 mió kr. 

Danska móðirfelagið, Bygma Gruppen A/S, kann fegnast um vinningsbýtið sum í ár er 30 milliónir krónur - tvær ferðir so stórt sum í fjør og seinastu nógvu árini.

Sjúrður Olsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #