Um 20.50 tíðina fekk MRCC fráboðan frá politinum at ein útróðrarbátur var farin á land norðanfyri Stakkin, men tað vísti seg seinni at talan var um við Sjeyndir.
Tað var maðurin sjálvur sum boðaði frá, at hann hevði siglt á land, og at eingin vandi var á ferð.
Boð vóru so send eftir Rescue Vón, sum fór av Eiði og kom stutt eftir á staðið.
Manningin á Rescue Vón sá mannin, men sluppu ikki til bátin, og skutu so eina línu inn til mannin, men hetta eydnaðist ikki.
So vóru boð send eftir bjargingartyrluni, og fór bjargari frá Rescue Vón so umborð á bátin til mannin sum var tikin upp í tyrluna um 21.50 tíðina. Bjargarin frá Rescue Vón var eisini tikin upp í tyrluna.
Sambært MRCC so var maðurin fluttur á Landssjúkrahúsið, hann hevði tað gott, men var nakað kaldur.
Sambært bjargingartyrluni, so var veðrið ikki av tí besta við Sjeyndir.
Báturin stendur enn á landi við Sjeyndir, men ætlanin er at Brimil skal fara eftir honum í morgin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



