Heimasíðan hjá NASA sendir beinleiðis nú Artemis II nærkast Jørðini.
NASA sigur, at rúmdarfarið Orion, sum manningin hevur givið navnið 'Integrity', fer at røkka eini hámarksferð uppá umleið 39.650 km/t, við afturkomu í lufthválvið - og tað er tætt við metið, sum varð sett í 1969.
Sambært NASA fer rúmdarfarið at náa hesa ferðina klokkan 00:54 okkara tíð.
Roknaða toppferðin er einans umleið 210 km/t lægri enn hægsta ferðin, sum Apollo 10 náddi í 1969.
Artemis 2-ferðin vardi offisielt 9 dagar, 1 tíma, 31 minuttir og 35 sekund.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



