Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
Tónleikur

Innsent: Eftir debutplátuútgávuna "Tá hvørt ljós líkist tær", ið fleiri føroyskir miðlar kallaðu “Ársins føroyska útgáva”, er Benjamin Rajani nú aftur við nýggjum staklagi.

Sangurin eitur “Glansbíløt”, og snýr seg um trýstið, sum ung liva undir í dag. 

Hetta inniber m.a. krøv um succes, perfektar kroppar, høg próvtøl og popularitet, í einum talgildum heimi við likes og fylgjarum. 

Sangurin kritiserar hesi poleraðu glansbíløt-idealini, og lýsir tráanina eftir at skræða glansbíløtini í pettir, soleiðis at mann ikki sjálvur verður skræddur í pettir.

Sangurin kann hoyrast við at trýst á leinkjuna: https://bfan.link/glansbilot

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #