Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í kjaki er tað ofta hann ið órættin hevur, sum harðast rópar
- V. Poulsen
Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi nú veðrið og streymur eru til vildar. Trý frystilínuskip eru við Ísland og átta eru við Føroyar. Skipini fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Nøkur frystiskip koma inn at landa í vikuni.

Streymurin verður góður og veðrið verður hampuligt ein part av vikuni, so vit rokna við nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska mest av toski og so nakað av svartkalva og blálongu. Báðir landa helst síðst í vikuni. Helst fer onkur djúpvatnstrolari út í vikuni.

Fimm pør eru til fiskarí. Tey flestu koma at landa í vikuni. Fiskaríið er heldur slakari nú.

Fýra trolbátar eru norðanfyri. Teir fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski. Helst landa allir síðst í vikuni.

Trý garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er misjavnt. Báðir landa í vikuni.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #