Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer út tá veðrið batnar. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Tvey eru við Eysturgrønland. Eitt er á Flemish Kap. Tvey liggja við bryggju. Væntandi landar okkurt frystilínuskip í vikuni.
Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður gott fyri tað mesta, so tað verður nakað av útroðri.
Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma at landa fyrst í vikuni. Tveir liggja við bryggju, men helst fara teir út skjótt.
Seks pør eru til fiskarí, men fiskaríið er smáligt.
Tveir trolbátar eru til fiskarí norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av longu og flatfiski. Báðir landa í vikuni. Væntandi fer onkur út tá veðrið er tilvildar.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er brúkiligt. Bæði landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



