Jan Christian Vestre, heilsumálaráðharri, og Tore O. Sandvik, verjumálaráðharri, biðja sjúkrahúsini um at hava 7.000 seingjarpláss klár - um kríggj verður á norskari jørð.
– Vit eru nú í álvarsamastu trygdarstøðu síðani seinna heimsbardaga. Tað rakar alt landið, og allar geirar. Vit mugu fyrireika okkum til bæði sannlíkar og ósannlíkar støður. Og tað er eisini, at kríggj kundi rakt Noreg.
Tað sigur Jan Christian Vestre, heilsu- og umsorganarráðharri við VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



