Mynd: KVF
Mynd: KVF
– Eg var farin til útróðrar, og gjørdi kanska ov nógv av. Veðrið var ikki av tí besta, og har kom ein stór alda, og báturin fyltist við sjógvi.
Tað sigur útróðrarmaðurin, sum seinnapartin í gjár varð bjargaður av Smyrli eftir fleiri tímar í einum gummibáti eystanfyri Sandoynna.
Maðurin, sum ynskir at vera ónevndur, hevði verið til útróðrar í einum lítlum seksaringi. Hann hevði lagt seg at royna nakað millum Borðuna og Kirkjubønes, tá hann kom í eina streymíðu og ein alda fylti bátin, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



