Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum
Politikkur

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Bjørg Brynhildardóttir, løgtingskvinna 
Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum 
Evni: Skúlaheimið í Marknagili

Spurningar:   
1. Metir landsstýrismaðurin tað vera hóskandi, at leiðslan á Glasi hækkar leiguna hjá lærlingum og lesandi á Skúlaheiminum við 1.000 krónum?

2. Metir landsstýrismaðurin tað vera skilagott, at vakmyndatól eru sett upp við nærum hvørja hurð á skúlaheiminum?

3. Heldur landsstýrismaðurin, at kunning og samskifti hjá leiðsluni á Glasi mótvegis lærlingum og lesandi hevur verið nøktandi?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at lata felagnum Bústaðir ella onkrum privatum skúlaheimið, soleiðis sum leiðslan á Glasi hevur lagt upp til?

5. Um skúlaheimið verður selt, hvussu fer hetta at ávirka búfólkini á skúlaheiminum?

6. Nær og hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka í hesum málinum?

Viðmerkingar: 
Í januar í ár varð búfólkið á Skúlaheiminum í Marknagili kallað á fund við leiðsluna á Glasi, sum umsitur skúlaheimið. Her fingu tey ungu at vita, at leiðarin á skúlaheiminum var spardur vekk, at reglugerðin skuldi herðast, at atgongdin til felagsrúm skuldi avmarkast, at tað ikki longur bar til at vera í skúlaheiminum um vikuskifti og at fleiri vakmyndatól vórðu sett upp. Stutt eftir fundin kundu næmingarnir lesa á heimasíðuni hjá Glasi, at leigan fyri at búgva í skúlaheiminum fór at hækka við 1.000 krónum um mánaðin.

Hetta málið hevur verið nógv umrøtt á sosialu miðlunum. Har hava næmingar - í størstan mun lærlingar og lesandi, sum einans hava sjóvegis samband til miðstaðarøkið - víst sína ónøgd. Harumframt hava innsløg í sjónvarpinum ikki betrað um fatanina av, hvussu støðan í løtuni er á Skúlaheiminum. Seinast er komið fram, at næmingarnir nú skulu liva í ivanum um, hvat yvirhøvur fer at henda við heiminum í framtíðini - um tað verður umskipað, selt øðrum ella okkurt heilt triðja. Hetta førir sjálvandi til ónøgd og serliga ótryggleika.

Tað er greitt, at fleiri almennir stovnar, herundir eisini Glasir, hava verið noyddir at gera sparingar seinastu árini, men tað er skjótt at fáa eina fatan av, at samskiftið og álit hevur verið vánaligt millum leiðslu og búfólk á skúlaheiminum.

Á Løgtingi, 22. apríl 2026 
Bjørg Brynhildardóttir Egholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #