Innsent: Komandi fríggjadag gevur bólkurin "Blátt" út nýggjan sang íð kallast "Hesin býur."
Jákup Marnar Anthoniussen eigur orð og lag.
Bólkurin gjørdist kendur í 1988 tá útgávan "Til allar vinir" kom út, og gjørdist hesin sangur sera væl dámdur, eins og "Tú brennur so í mær"
Nú er nýtt staklag á gáttuni, og kann tað stroymast á Youtube og Spotify.
Lagi er sent øllum útvarpsrásum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



