Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Tiltøk

Parasport Føroyar: Sunnudagin 15. mars verður skipað fyri einari ítróttaveitslu og “Kom og royn” degi í Høllini á Hálsi í Tórshavn fyri børn, sum bera brek ella hava serligan tørv.

Endamálið er at geva børnunum ein stuttligan og virknan dag við rørslu, spæli og felagsskapi.

Á degnum fáa børnini m.a. høvi at royna fótbólt, fimleik, judo, borðtennis, rennivenjing og boccia í tryggum og jaligum umhvørvi.

Tey eru eisini vælkomin at taka ein vin, foreldur ella systkin við.

Tiltakið er frá klokkan 14.00 til 16.00.

Allir luttakarar fáa eisini okkurt gott við sær heim, millum annað drekkidunk og frukt.

Man teknar seg við at senda teldupost til harriet@parasport.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #