Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Borðtennissambandið: Innleiðandi FM-kappingin í borðtennis hevur verið í høllini á Hálsi í dag, og har var í øllum førum eitt heldur óvæntað úrslit, ið syrgdi fyri, at talan ikki verður um endurtøkur av FM-finalunum í fjør.

17 ára gamla Elsa Kathrina Gisladóttir úr borðtennisfelagnum Tór í Havn megnaði nevniliga í hálvfinaluni at vinna 4-2 á Anju Wongwai, sum hevur verið í FM-finaluni síðstu trý árini og var føroyameistari í 2023.

Hetta er fyrstu ferð, at Elsa Kathrina er í FM-finaluni hjá vaksnum. Í finaluni bíðar verandi føroyameistarin, Britt Michelsen, sum í sínari hálvfinalu vann 4-1 ímóti Hadassu S. Christiansen.

Hjá monnunum verður talan tó um endurtøku av FM-finaluni í fjør. Har hittast nevniliga aftur í ár Albert Weihe Wolfsoberg (Hillerød GI) og Ári Fríðason Jensen (Tór). Í fjør vann Albert 4-0 og gjørdist føroyameistari fjórða árið á rað.

Í hálvfinaluni í ár vann Albert Weihe Wolfsberg 4-1 á Rasmusi Teitssyni í Skorini, meðan Ári Fríðason Jensen vann 4-0 á Vagni Kjærbech Nolsøe.

FM-finalurnar verða stroymdar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya í morgin, leygardagin.

Kvinnufinalan verður kl.13:15 og mansfinalan kl.14:55.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #