Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Onnur tíðindi

Fr.h. borgarstjórarnir í Suðuroynni: Kristin Michelsen, Bjarni Johansen, Eyðbjørn Thomsen, Jóanis Lisberg, Ása Holm, Janus Thomsen og Bergljót Bertholdsen Ludvig, kommunustýrislimur í Hovs kommunu, vegna Delmar Tausen

Borgarstjórarnir í Suðuroynni hava, á felags fundi á Tvøroyri í dag, avtalað, at skipa fyri borgarafundi í SALT um Suðuroyartunnilin.

Fundurin verður mánadagin 16. februar 2026 kl. 20:00.

Endamálið er at varpa ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið minkar og afturgongd er sjónlig á fleiri økjum, og at greiða betur frá týdninginum av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki.

Borgarstjórarnir meta, at avbjóðandi støðan í oynni og týdningurin av, at Suðuroyartunnilin nú má gerast veruleiki, higartil hevur verið ov lítið lýstur, og at bæði P/F Suðuroyartunnilin og suðuroyingar í ov avmarkaðan mun eru slopnir framat at lýsa støðuna og siga sína hugsan.

Á fundinum fáa borgarar høvi at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Lagt verður dent á avleiðingarnar fyri Suðuroynna, m.a. at nógv ung noyðast av oynni at nema sær útbúgving, og at tað ofta er trupult at venda heim aftur eftir lokna útbúgving til hóskandi starv, tí starvsmøguleikar og tænastur í stóran mun eru savnaði í miðstaðarøkinum. Somuleiðis er tað ikki realistiskt at búseta seg í Suðuroynni og pendla, til dømis til miðstaðarøkið. Hetta er ein gongd, sum serliga rakar unga ættarliðið, og eigur at verða greiðari lýst í almenna orðaskiftinum.

Nærri kunning um skrá og luttakarar, verður kunngjørd komandi dagarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #