Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Bosniarar fegnast um eitt av málunum í 5-1 sigrinum á Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Bosniarar fegnast um eitt av málunum í 5-1 sigrinum á Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

Bosniarar fegnast um eitt av málunum í 5-1 sigrinum á Estlandi - Mynd: Finnur Justinussen

FSF: Ein væl skipað og væl eydnað fýralandakapping kom seinnapartin mikudagin at enda, tá Ísland og Føroyar møttust á Tórsvølli.

Fyrr á degnum hevði Bosnia Hersigovina vunnu 5-1 á Estlandi, ið samstundis hevði við sær, at bosniarar vunnu UEFA menningarkappingina við 8 stigum.

Í dystinum millum Føroyar og Ísland skuldu okkara dreingir royna at fáa fyrsta sigurin í hús, og fyrstu løtuna sá eisini gott út. Tað vóru ikki spældir meir enn átta minuttir, so var støðan 2-1 til Føroyar. Málskjúttar vóru Andrew Poulsen og Emil Ludvig Jacobsen.

Men íslendarar høvdu munin, og tá avtornaði stóð 7-2 til Ísland á máltalvuni.

Bosnia Hersigovina fekk 8 stig, Ísland endaði á øðrum plássi við 7 stigum, meðan Estland og Føroyar fingu ávikavist 2 og 1 stig.

M Y N D I R

Næst á skránni hjá U17 dreingjunum er EM undankapping, sum verður í Englandi síðst í hesum mánaðinum. Umframt Føroyar og England, eru Ísrael og Estland eisini í bólkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #