Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Innlendis ítróttur

Liðið hjá Magna Jøkladal mannaðu: Magni Jøkladal, Bogi Simonsen, Árni M. Dam, Símun Lassaberg og Pól Egholm

Liðið hjá Byggitilfar mannaðu: Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Bjarki Ellefsen

Bridgesambandið: Leygardagin 7. mars 2026 vóru seinastu dystirnir í føroyameistarakappingini fyri lið leiktir í Bridgehúsinum í Gundadali.

Liðið hjá Magna Jøkladal hevði undan seinastu tveimum dystunum vunnið sær eina lutfallsliga trygga leiðslu á umleið 18 stig til annaplássið, meðan leiðslan var heili 64 stig til triðja plássið. Avbjóðingin var tískil at halda fast í oddasessinum í tveimum teimum seinastu umførunum.

Setningurin hjá avbjóðaranum – liðnum hjá Byggitilfar sum lá á øðrum plássinum – var greiður. Skuldu teir gera sær vónir um FM-heitið, so skuldu teir vinna seinastu tveir dystirnar.

Í næstseinasta umfarinum møttust liðini hjá Magna Jøkladal og Rinkuhúsunum, sum lógu ávikavist fyrsta og triðja plássinum, meðan liðið hjá Byggitilfar leikti móti liðnum Rútar 7. Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at liðið hjá Byggitilfar vann greiðan sigur á liðnum hjá Rútar 7 (20-0), meðan liðið hjá Magna Jøkladal nakað óvæntað tapti dystin móti liðnum hjá Rinkuhúsunum (5,5–14,5). Hetta hevði við sær at leiðslan hjá liðnum hjá Magna Jøkladal var tódnað niður í 3,5 stig, og tískil var veruligur spenningur íkomin um FM-heitið undan seinasta umfarinum.

Í seinasta umfarinum hittust oddaliðini – liðini hjá Magna Jøkladal og Byggitilfar - í dysti um FM-heitið. Í hálvleikinum hevði liðið hjá Byggitilfar vunnið sær eina rímiliga leiðslu, og lá til at vinna FM-heitið undan seinastu 16 spølunum. Í seinna hálvleiki egnaði liðið hjá Magna Jøkladal at vinna stóran part av muninum inn aftur, og endaliga úrslitið gjørdist at dysturin endaði rættiliga javnur. Liðið hjá Byggitilfar vann dystin tepurt (11-9). Hetta hevði við sær at liðið hjá Magna Jøkladal tryggjaði sær føroyameistaraheitið við 235,5 stigum, meðan liðið hjá Byggitilfar gjørdist nr. 2 við 234 stigum. Ein sera javnur og spennandi endaspurtur um FM-heitið í bridge.

Liðið hjá Byggitilfar mannaðu: Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Bjarki Ellefsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #