Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen
Skúli

Skúlablaðið: Rúgvismikla undirvísingartilfarið Brúka styrkirnar í flokkinum, sum Ivan Jakobsen og Louise Tindmand hava gjørt, vísir á, at menniskju sum heild duga illa at greiða frá styrkjum sínum. Torført er at orða seg nóg væl, tá ið tey verða biðin um at greiða frá, hvat mennir og styrkir tey, og nær tey hava tað sera gott.

- Tað vísir seg, at vit hava lyndi til at leggja dent á tað, sum ikki er gott, og tí kenna vit vanliga betur veikleikar okkara. Tí verður í hesum tilfarinum lagt upp til eitt felags mál fyri tað, sum virkar væl bæði hjá okkum sjálvum og øðrum, sigur Vivian C. Guðjonsson og vísir til tilfarið um persónligu styrkirnar, sum hon eisini hevur verið við til at seta á tímatalvuna hjá næmingum á Skúlatrøð.

Søguliga sæð verður í tilfarinum víst á, at siðbundna sálarfrøðin serliga hevur kannað tað, sum ikki er í lagi, og harvið roynt at fingið sálarlíðingar at hvørva. Men við hesum tilfarinum sum grundarlag ræður tað um at varpa ljós á menniskjaliga tilfeingið og menningarmøguleikar. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga at bøta um lívsgóðsku og at fyribyrgja teimum trupulleikum, sum eitt nú meiningsloysi skapar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #