Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum
Evni: Nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m.
Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum, er broytt?
2. Hvussu samsvarar hettar við rættindini hjá festarum sambært lóg um landsjørð?
3. Viðvirka Búnaðarstovan og ráðið til at ognartaka festijørð og lunnindir eftir býarskipanarlógini, hóast heimild ikki er til tess?
Viðmerkingar:
Í seinastuni er frætt um dømi um, at Búnaðarstovan sýnist at hava tikið ræðið av festara, vísandi til § 1 í “Lov nr. 172 av 1. Maj for Færøerne om Haugers Styrelse og Drift m.m,” og havt viðmerkingar til, hvussu festarin umsitur festið og lunnindini, sum hoyra til festið, hóast festið er væl rikið.
Hettar er nýtt og víkur frá siðvenjuni, at Búnaðarstovan blandar seg bert uppí og tekur ræðið av festarum, tá talan er um brot á djóravælferðina ella óskil er á festinum.
Nýggja átakið frá myndugleikanum hevur skapt stóran ótryggleika í vinnuni, tí festarar, sum røkja sínir festir til lítar, kunnu vænta at verða tiknir av ræði av Búnaðarstovuni.
Hettar samsvarar ikki við ásetingarnar í “Løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð”, har festarar fingu munandi fríari ræsir at virka á festinum.
Tað undrar eisini, at Búnaðarstovan og ráðið viðvirka til at ognartaka festijørð (haga) og lunnindir (áir/vatn) eftir “Løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir” tá heimild ikki er til at ognartaka almenna jørð og áir.
Á Løgtingi 5. februar 2026
Jacob Vestergaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



