- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Eg gloymi ongantíð eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Politikkur

Svar frá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-085/2025 frá Jacobi Vestergaard, løgtingsmanni, um nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum v.m.

Spurningurin var soljóðandi:  
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um siðvenjan fyri, nær Búnaðarstovan tekur ræði av festarum, er broytt?

2. Hvussu samsvarar hettar við rættindini hjá festarum sambært lóg um landsjørð?

3. Viðvirka Búnaðarstovan og ráðið til at ognartaka festijørð og lunnindir eftir býarskipanarlógini, hóast heimild ikki er til tess?

Svarað verður undir einum:  
Búnaðarstovan umboðar og umsitur alla landsjørðina, men letur festarum almenna jørð í festi fyri eitt nærri ásett áramál. Festibrævið ásetur, í samsvari við løgtingslóg um landsjørð, rættindi og skyldur festarans, men rættindi festarans eftir festibrævi og løgtingslóg um landsjørð ganga ikki framum aðra lóggávu.  

Í útgangsstøði umsitur festarin jørðina vegna landið og hevur ræðisrættin, men Búnaðarstovan umboðandi landið, sum eigur landsjørðina – kann í ávísum førum seta festaran til viks, sbr. § 1, 3. pkt., i lov om Haugers Styrelse og Drift: For Jord i offentligt Eje er Brugeren bemyndiget til at optræde paa Ejerens Vegne, medmindre der i enkelte Tilfælde af vedkommende Myndighed er truffet anden Bestemmelse.

Hetta uppískoytið til § 1 er samtykt á Løgtingi og sett í gildi í 1937 og greitt er, at Løgtingið við hesum tilvitað hevur fingið til vegar heimild – í serligum førum – at seta festaran, sum hevur brúksrættindini, til viks. Ásetingin tryggjar, at landið – sum eigari – í serligum førum kann seta brúksrættindahava til viks fyri taka tær avgerðir, sum verða mettar at tæna eigarum, heldur enn brúksrættindahavanum, best.  

Búnaðarstovan umsitur hesa heimild at seta festaran til viks við varsemi og í samsvari við fyrisitingarlógina og góðan fyrisitingarsið annars. Leggjast kann afturat, at sama heimild eisini sæst í aðrari landbúnaðarlóggávu. 

Sambært løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir kunnu kommunur ognartaka lendið til almannagagnlig endamál, m.a. frítíðarendamál, grundstykki til húsabygging, vinnulig endamál o.tíl., treytað av, at økið í byggisamtykt er lagt av til endamálið. Henda lóggáva verður umsiting í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og ikki í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum.  

Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 17. februar 2026 
Eirikur í Jákupsstovu 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #