Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Um dagarnar sendi Betriheim út tíðindaskriv um miðal-bústaðarprísir í 2025. Í Tórshavn var miðal-bústaðarprísurin 4,6 mió. kr., sum er 0,4 mió. kr. hægri enn í 2024, ein hækking á 10%. Eisini miðal-bústaðarprísurin í Føroyum hækkaði frá 2024 til 2025, hækkingin var 12%.

Ein skjót leiting á heimasíðunum hjá sethúsasølunum vísir eisini, at tað er vorðið heilt vanligt, at sethús í Havn verða seldir fyri omanfyri 5-6 mió. kr. Verða sethúsini keypt fyri 6 mió. kr. og innskotið er 10%, 600.000 kr., so er mánaðarliga lánsgjaldið umleið 24.000 kr.

Á sølulistunum eru eisini fleiri smáar íbúðir, t.d. ein íbúð í Hoyvík, við einum kamari. Íbúðin er 38 fermetrar til støddar og prísuppskoti er beint undir 2 mió. kr.

Fleiri størri íbúðir, sum eru 80-90 fermetrar til støddar, eru eisini til sølu og er tað púra vanligt, at hesar íbúðir í miðstaðarøkinum verða seldar fyri omanfyri 3,5 mió. kr.

Landsstýrið arbeiðir við fleiri bústaðar-politiskum átøkum, m.a. lóg um leigstuðul, sum kemur í Løgtingið í næstum, sum skal javnseta eigarar og leigarar – og arbeitt verður eisini við øðrum bústaðar-politiskum átøkum.

Hesi átøk fara væntandi at hava ein ávirkan á møguleikarnir hjá tí einstaka at fáa tak yvir høvd, men høvuðstrupulleikin er framvegis, at bústaðar-prísirnar eru seru høgir – so høgir, at tað hjá nógvum er sera trupult at koma inn á bústaðarmarknaðin.

Lat okkum málrætta fígging til bíligar íbúðir
Fyri einum mánað síðani var á Suðuroyarportalinum greitt frá, at byggifyritøkan Norcon byggir fýra íbúðir í Vági, sum eru 100 fermetrar til støddar og sum verða seldar fyri 1,8 mió. kr. pr. íbúð.

Onkur hevur víst á, at grundstykkini í Vági eru bíligari enn í Havn. Men sjálvt um eitt grundstykki frá Tórshavnar kommuna á umleið 550 fermetrar kostar 800.000 kr. meiri enn grundstykkið, sum Norcon byggir á í Vági, so merkir tað framvegis, at íbúðirnar hjá Norcon kunnu seljast fyri umleið 2 mió. kr.

2 mió. kr. fyri eina íbúð á 100 fermetrum og við 3 kømurum hevði verið ein góð byrjan hjá flest øllum familjum, sum vilja seta búgv – líka mikið hvar í landinum tað er.

Tá Norcon hevur víst, at tað ber til at byggja og selja eina íbúð á 100 fermetrar fyri 1,8 mió. kr. – og vinna pening! – so er tað rættiliga upplagt at hugsa hetta sum eina part av loysnini á bústaðarneyðini.

Kanska eigur eitt bústaðar-politisk átak at fevna um, at málrætta fígging til at byggja bíligar íbúðir – eins og Norcon hevur gjørt í Vági.

Dennis Holm,
løgtingslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #